Endamál: Endamálið við hesum politikkinum er at upplýsa fyri kundum, hvørjar upplýsingar vit innheinta og viðgerða í sambandi við kundaviðurskifti.
Hendan kunningin lýsur, hvussu Sp/F Rumbul verjir tínar persónsupplýsingar og tíni lógfestu rættindi. Sum liður í handilsrakstrinum skráseta og brúka vit upplýsingar um teg. Øll viðgerð av persónsupplýsingum verða gjørdar í trúnaði samsvarandi galdandi lóggávu um persónligar upplýsingar.
Hví skráseta og nýta vit tínar persónsupplýsingar?
Vit skráseta og brúka tínar upplýsingar fyri at halda tær avtalur, ið eru gjørdar við teg. Herundir avtalur um keyp av vørum og tænastum.
Hetta merkir, at vit skráseta og brúka upplýsingar tá:
- Tú hevur gjørt ella umhugsar at gera avtalu við okkum um tænastur ella eina vøru.
- Tú hevur givið samtykki til, at vit kunnu brúka tínar upplýsingar til eitt ávíst endamál.
- Vit hava løgfrøðiliga heimild til tað. Til dømis sambært skattalógini, bókhaldslógini og dátuverndarlógini.
Vit skráseta og nýta eisini tínar upplýsingar í samband við marknaðarføring og annað virksemi í mun til tænastur, herundir:
- Kundatænasta og fyristing.
- Menning av vørubólkum, tænastum, skipanum og handlum.
- Marknaðarføring av vørum og tænastum.
- Eyðmerking og góðkenning av kundum.
- Fyri at liva upp til lógarásett krøv.
Vit heinta upplýsingar beinleiðis frá tær ella við at eygleiða tína atferð tá tú til dømis:
- Fyllur út frymlar í samband við bílegging av tænastum og vørum.
- Nýtur ávíkavíst heimasíðu, appir og tænastur hjá okkum.
- Luttekur í kundakanningum ella átøkum ið vit skipa fyri.
Hvørjar upplýsingar skráseta og nýta vit?
Vit skráseta og nýta ymisk sløg av persónsupplýsingum alt eftir, hvørjar tænastur ella vørur tú bíleggur ella ert áhuga/ur í. Herundir:
- Grundleggjandi persónsupplýsingar sum t.d. navn, telefonnummar, teldupostadressa og tín bústaður.
- Upplýsingar um tær tænastur og vørur, tú umbiðjur.
Tá tú vitjar www.rumbul.fo nýta vit farspor-tøkni (Cookies) at kenna tína teldu, telefon, teldil e.l. aftur. Á henda hátt kunnu vit veita tær bestu persónligu tænastuna og miðvísa okkara marknaðarføring. Eitt farspor er ein tekstfíla, ið sigur okkum hvussu leingi tú vitjar heimasíðuna, um tú hevur vitjað okkum fyrr, hvørjar síður tær dámar best v.m. Farspor kunnu eisini innheinta persónsupplýsingar um teg so sum tína IP adressu og tínar vanar á alnótini.
Heimild
Viðgerðin av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild til tess. Alt eftir hvør viðgerð talan er um, vil heimildin vera ein av teimum fylgjandi:
- Heimildin er neyðug, fyri at halda ta avtaluna, sum tú er partur av (tildømis tá tú keypur okkara vørur).
- Viðgerðin er neyðug, fyri at lúka rættarligu skyldu okkara í mun til galdandi lóggávur, herundir roknskaparlógina og skattalógina.
- Vit beinleiðis hava innheintað samtykki frá tær til viðgerðina.
Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Vit goyma tínar upplýsingar so leingi tað er neyðugt til tað endamál, tínar upplýsingar eru skrásettar og nýttar til. Vit goyma tí altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Hevur tú keypt eina vøru ella eina tænastu frá okkum, goyma vit tínar upplýsingar í fimm ár fyri at liva upp til okkara skyldu í mun til bókhaldslógina.
Triðipartur
Persónsupplýsingar frá triðjaparti
Vit skráseta og brúka upplýsingar frá triðjaparti, til dømis frá peningastovnum, gjalds- og tænastuveitarum, tá tú brúkar tíni gjaldskort ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og nýta upplýsingarnar tá tú skal gjalda.
Triðipartar, sum vit deila tínarupplýsingar við
Í summum førum deila vit tínar upplýsingar við triðipartar. Herundir upplýsingar til almennar stovnar, har hetta er álagt okkum. Til dømis til TAKS, hagtølsendamál og líknandi.
- Vit kunnu geva víðari tínar upplýsingar til samstarvsfeløg, um vit hava títt samtykki ella lógfestan rætt til tess. - Í samband við menning av KT, hýsing og tænastuveiting flyta vit tínar persónsupplýsingar til dataviðgerar. Vit tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdin verður varðveitt í tílíkum flutningin av dátu.
Tíni rættindi
Innlit í tínar persónsupplýsingar
Tú kanst fáa innlit í teir upplýsingar vit hava goymt og skrásett um teg, herundir hvar tær stava frá, og hvat tær verða nýttar til. Tú kanst fáa innlit í, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingarnar alt eftir, um tær verða latnar víðari. Rætturin at fáa innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur um so er, at ávísar upplýsingar gera seg inn á rættindi hjá øðrum.
Tíni rættindi
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki til, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, aftur. Í summum førum hevur tú rætt at tala at viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, og sýta fyri, at tær verða brúktar. Eru upplýsingar, sum verða viðgjørdar um teg, skeivar, ófullfíggjaðar ella týdningarleysar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar. Hetta tó bara, um eingin onnur lóg forðar fyri tí.
At taka samtykki aftur
Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykkið aftur. Gev gætur, at um tú tekur samtykkið aftur, eru vit ikki før fyri at veita tær ávísar tænastur ella vørur. Vit goyma tó tínar persónsupplýsingar um vit hava tørv á teimum fyri at halda eina avtalu við teg, ella um vit hava lógásetta skyldu til tess.
Samband og rætt til kæru
Hevur tú spurningar til tíni rættindi og hvussu vit skráseta og nýta tínar persónsupplýsingar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Teldupost: rumbul@rumbul.fo
Tinghúsvegur 47
Postboks 1059
110 Tórshavn
Tlf.: +298 341900